Soppakanning

– fá svar innan nakrir tímar

Soppakanning

Soppakanning

Vit í Global Dry Ice Fo, eru góðkendir at taka mycometer -surface og -air royndir. Eisini kunna vit taka sopparoyndir av bjálving.

Mycometer surface royndir verða tiknar av sjónligari yvirflatu.

Mycometer air royndir verða tiknar av sjálvari inniluftini, fyri at máta mongdina av soppasporum í luftini.

Vit hava egið laboratorium, og kunna tí geva skjótt svar.

Mátin sum hesar royndir eru bygdar uppá, eru mátingar av virksemið hjá enzyminum Beta-N-acetylhexosaninidase (NAHA), ið finnist í soppi.

Enzymvirksemið verður máta við einum substrati, sum tá ið tað spaltast, gevur fluorophor frá sær. Hendan fluoriseringin kann mátast, og er lutfallslig við mongdina av soppasporum. Størri mongd av soppi, størri mongd av fluorecens. Allir soppar hava hetta enzym.

Prísurin á sopparoyndum pr 1 januar 2017:

  • 1 prøvi 975,- kr
  • Eftirfylgjandi prøvar 850,- kr. fyri hvørja
  • Prísirnir eru írokna mvg