Turrís reingerðing

Blásing við turrísi, er ein sera framkomin reingerarháttur og vit blása við einum trysti, sum er millum 5 og 16 bar. Blásing er kend í øðrum høpi á okkara leiðum, til dømis við vætu, sandi, og øðrum, men ikki við turrísi.

Turrísur er koldioxid í føstum formi sum smá korn, sum vit kalla pellets, temperaturin er -79°C. Turrísur er luktfríður, giftfríður og ikki eldbærður. Koldioxid finst natúrliga í atmosferuni.

Ísblásing er ein kollveltandi blásiháttur, har man í staðin fyri tradiktionellar blasiháttir sum sand,vatn, glas, plast o.t. brúkar turrís “pellets”. Framferðarhátturin letur ikki annað avfall eftir seg, sum til dømis sandblásing ger, enn tann belegningur mann hevur loyst. Hetta avfall kann sum oftast sópast ella súgvast upp. Framferðarhátturin er turrur og ikki streymleiðandi, og kann tí nýtast til elmotorar og elektrisk kredsløb.

Mátin turrís blásingin virkar uppá er:

Kinetisk effekt:

Tá turrísurin við ljóðferð rakar eina dálkaða yvirflatu, loysnar og rivnar tað dálkaða.

Termisk effekt:

Tann lági temperatururin í turrísinum ger, at belegningurin blívur broyskin, rivnar, og loysnar tá festið millum belegningin og tað undirliggjandi lagið minkar. Tað gevur turrísinum møguleika fyri at treingja innum belegningin.

Sublimations effekt – Eksplosión effekt:

Turrísurin trongir ígjøgnum beleggningin, og fordampar eygablikkiliga. Turrísurin, tá ið hann skiftur støði úr føstum til luft, fær eina volumuøking uppá uml. 700 ferðir. Hendan eksplotiónseffekt liftir belegningin frá yvirflatuni.